Hvørjum lurtar tú mest eftir fyri tíðina?
– Eg havi sjáldan nakað heilt bestemt, sum eg lurti eftir. Sum oftast hoppi eg millum nógvar tónleikastílir og artistar, alt eftir hvørjum humøri eg eri í. Royni eisini at lurta eftir ymsum heildarútgávum, sum eg ikki havi hoyrt fyrr, bara av forvitni. Men um eg skal velja okkurt burturúr, so havi eg lurtað øgiliga nógv eftir føroyska bólkinum Straight Ahead, tí eg sjálvur skuldi spæla til fagnaðarkonsertina, sum var í Varpinum í mai.
Hvørjum lurtaði tú mest eftir fyri sum heilt ungur?
– Sum ungur lurtaði eg allarmest eftir bólkinum Pantera og næstmest Megadeth. Far Beyond Driven útgávan frá 1994 hjá Pantera er kanska tann allarmest spælda heima hjá mær. Tað er eisini har, eg sjálvur fekk eyga fyri guitarspæli og leyp í at læra meg tað.
Hvønn sang kanst tú hoyra umaftur og umaftur, uttan at blíva troyttur av honum?
– Uha… Hatta er ringt at velja, tí har eru so nógvir, sum eru veruliga so góðir. ”5 Minutes Alone” við Pantera, ”Sledgehammer” við Peter Gabriel, ”Åses død” við Edvard Grieg, ”New Light” hjá John Mayer, ”Crazy Diamond” við Pink Floyd, ”Eg flýggi til tónleikin” við Moirae og nógvir aðrir sangir.
Er nøkur útgáva, sum tú heldur vera serliga góða?
– Her má eg aftur venda til ”Far Beyond Driven” hjá Pantera, tí eg bleiv so bergtikin av tónleikasmíðinum, av orkuni og hvussu væl útgávan er framleidd. Og eisini bleiv eg so bergtikin av, at útgávan var smíðað, upptikin, framleidd og útgivin uppá 6 vikur, og endaði á ovastu rók á Top Charts listanum Billboard 200.
Hvønn sang vildi tú ynskt, tú sjálvur hevði gjørt?
– Aftur her er ringt at velja. Har eru kanska 100 sangir, útlendskir og føroyskir, sum eg haldi vera so ótrúliga góðar, og sum eg kanska ynskti, at eg sjálvur hevði smíðað. Skuldi eg valt onkran úr, sum kanska hevur allan pakkan, bæði kensluliga og tónleikaliga, so kundi tað verið ”Bohemian Rapsody” hjá Queen. Also tann sangurin hevur kanska alt, sum man kundi ynskt sær í einum sangi frá byrjan til enda, bæði tónleikaliga og í skaldskapi.
LES EISINI: – Sum tannáringur fjeppaðist eg mest við amerikanskt glam
LES EISINI: – Góðar plátur kunnu samanberast við eina trírættaða matstkrá
LES EISINI: – Eg blívi ongantíð troytt av hesum sanginum