Visit Norðoy og Norðoya Fornminnisfelag eru farin í samstarv um eina spennandi jólaverkætlan saman við framsýningarsniðgevanum, Johan Holm Simonsen.
- Jólaverkætlanin snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsi frá sekstiárunum - við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, pakkhúsi og tí siðsøguliga aktiviteturin, sum var uttandura fyri meira enn einari hálvari øld síðan.
Visit Norðoy vísir á, at við hesum átaki fáa allir borgarar, eldri eins og yngri, ágóðan av einari siðsøguligari og livandi framsýning sum vekir góð minnir hjá eldra ættarliðnum og stimbrar áhugan og týdningin av einari farnari tíð hjá yngra ættaliðnum.
##med2##
Hugnaligt umhvørvi
Í Visit Norðoy samanbera tey gomlu Einahandilshúsini úti í Klaksvík - ella Klaksvíkshandilin, sum hann eisini varð róptur - við Den Gamle By í Aarhus, sum letur upp hvønn desember, har fólk úr mongum heraðshornum koma á vitjan.
- Tað finnast bert tvey apotek av hesum slagnum eftir í kongaríkinum, og tað er í Den Gamle By og í Klaksvík.
Víst verður á, at í desember kann veðrið vera baldrut, og tiskil er hetta ein sera góður møguleiki hjá borgarum at koma inn í eitt sera hugnaligt umhvørvi, har siðsøguliga afturbráið festir seg í sál og sinn, samstundis sum jólahugnin breiðir sína fjálgu hond yvir húsið.
- Livandi framsýningin í Klaksvíkshandlinum letur upp leygardagin 2. desember, eftir at jólatræið í Klaksvík er tendrað, siga tey í Visit Norðoy.
...
Jólatiltøk í Gøtu og Leirvík
Sambært skránni verður jólatræið í Leirvík tendrað týsdagin 5. desember klokkan 18, og jólatræið við Gøtugjógv verður tendrað mikudagin 6. desember, eisini klokkan 18.
Tá jólatrøini verða tendrað, koma jólamenn á vitjan, og teir eru óførir at bjóða bæði søtt og heitt, sum hoyrir jólunum til.
Í Eysturkommunu verða ymisk jólatiltøk í jólamánaðinum.
Seinni í desember kemur vælprýdda jólaskipið til Leirvíkar, eins og jólaskip er komið til bygdar í jólamánaðinum í fleiri enn 20 ár.
Jólaskipið í ár kemur mánadagin 18. desember, og tá eru øll hjartaliga vælkomin oman á bryggjuna í Leirvík at taka ímóti.
Eingin veit við vissu, hvussu veðrið fer at hátta sær, og tí kann dagurin, nær jólaskipið kemur, broytast.
Sambært skránni verður løtan á bryggjuni í Leirvík hin18. desember.
Sunnudagin hin 17. desember klokkan 16 verður jólakonsert í Báta-og Listasavninum í Leirvík, og her verða tað Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á guitar.
Í Báta-og Listasavninum verður eisini okkurt gott til góman.