Árliga jólasølan á Verkstaðnum Vón á Argjum verður í døgunum 19.-21. november. Tað merkir, at jólasølan letur upp í dag, 19. november, klokkan 14.
Á jólasøluni verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir og peningurin, sum kemur inn, fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár, umframt til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á Verkstaðnum Vón til góðar.
Verkstaðið Vón er vardur verkstaður fyri fólk við menningartarni og hevur til endamáls at stuðla og menna hvønn einstakan soleiðis, at øll hava eitt virkið arbeiðslív.
- Á jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, og tú hevur møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur fyri ein rímiligan penga, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið á Verkstaðnum Vón.