Jólavfest hjá sunnudagsskúlanum á Oyrasundi

Eliaskirkjan skipar fyri jólaveitslu á Amager.

Í dag kl 15 danska tíð verður árliga jólafestin fyri tey børnini, sum ganga í sunnudagsskúla hjá Eliaskirkjuni í Keypmannahavn.

Jólafestin, sum oftast er fyrsta sunnudag í desembur, verður í ár í Luthersk Mission á Amager, sum liggur tætt við Oyrasundskollegiet.

- Tað verður ein klassisk barna jólafest. Fyrst fer tað at minna um ein sunnudagsskúla, vit fara at syngja sunnudagsskúlasangir og onkrar barnavinaligar jólasangir. Umframt sang, verður eisini sagt frá søgu, og so kemur jólamaðurin eisini, sigur Magni Højgaard, sum er ein av fyriskiparunum

 

Í umleið 25 ár hevur sunnudagsskúlin verið í ávikavíst Eliaskirkjuni og á Oyrasundi. Vanligu sunnudagarnar eru umleið 60 fólk í sunnudagsskúla, bæði vaksin og børn.