Jólini hava stóran týdning fyri meg

- Jólahátíðin hevur fram um aðrar ein fantastiskan eginleika at fáa okkum at steðga á, heldur Bergur Robert Dam Jensen

- Á jólum gleða vit onnur, og vit gerast glað. Tað fer einki av okkum, um vit rætta øðrum eina hjálpandi hond

Hvar heldur tú jól? 

- Tollaksmessudag eta vit ræstan fisk aftur við kollafjarðarsperðli, eplum og góðum leykasmelti frá mammu, og jólaaftan verður hildin heima hjá foreldrum mínum í Kollafirði, sigur Bergur Robert Dam Jensen.

Hann vísir á, at jóladag hava hann og Sarita seinastu árini havt alla familjuna heima hjá teimum til ræst kjøt, og soleiðis verður aftur í ár. 

- 2. jóladag eru ongar fastar avtalur. Fyrru helvt av degnum plagi eg at avstemma seinastu tingini í samband við vøruteljingina, sum er millum jól og nýggjár. 

Hann sigur, at tey síðan plaga at hava nátturða, meðan fylgt verður við kvøldarskránni í KvF. 

Hvat eta tit á jólum? 

- Vit eta føroyska gás og dunnu. 

Keypir tú jólagávur?  

- Ja, tað geri eg við góðari hjálp frá konu míni. Men, ta einu gávuna tilrættaleggi eg sjálvur, sigur hann. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Jólini rúma nógvum. Tað er háárstíð í handlinum, og soleiðis hevur tað altíð verið, men omma og abbi dugdu altíð væl at samskipa tað at hava nógv at gera og so kortini halda jól. 

Bergur heldur, at jólini laga seg nógv eftir ymisku siðvenjunum, men í adventini og serliga á jólum er tað familjan, sum er í fokus.  

- Jólini hava altíð havt stóran týdning fyri meg - heilt frá lítla smádreinginum til í dag. Hetta var tíðin, tá øll familjan samlaðist, heima sum úti. 

Hann vísir á, at hjá børnum fylla fysisku gávurnar nógv, men jólini hava fram um aðrar høgtíðir ein fantastiskan eginleika at fáa okkum at steðga á. 

- Jólaboðskapurin minnir okkum á at vísa umhugsni og næstrakærleika. Tað eru ikki øll, sum hava nakran at verða saman við á jólum. 

Bergur heldur, at tíðin undir korona lærdi okkum meira enn nakað annað, hvat einsemi kann gera við okkum menniskju. 

- Á jólum gleða vit onnur, og vit gerast glað. Tað er ikki minst hetta, sum jólini snúgva seg um. Tað fer ongantíð nakað av okkum, um vit rætta øðrum eina hjálpandi hond. 

Hevur tú nakað jólaynski?  

- Nú var kommunuval í november, og Kollafjørður og útjaðarin vunnu valið við fleiri góðum umboðum. Tað er mín vón, at vit fara at arbeiða væl saman, kommununi og fólkinum at gagni.

 

Hann sigur, at jólaynskið skal vera, at vit øll finna stevið og duga at steðga á, hyggja upp og fevna um tær ríku løturnar. 

Bergur Robert Dam Jensen vísir á, at løturnar eru eisini í vanliga gerandisdegnum - løturnar saman við konu, systir, foreldrum, verforeldrum, familju, vinfólki, starvsfeløgum og viðskiftarfólki. 

- Soleiðis, sum ljósini á jólatrænum lýsa - lat okkum so eisini vera eitt ljós fyri næsta okkara. Gleðilig jól og gott nýggjár, øll somul.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/ein-deiligur-fridur-a-jolum

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/halda-jol-i-nyggjum-heimi-i-fuglafirdi

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/soleidis-halda-tey-jol-a-skarvanesi

 

- Á jólum gleða vit onnur, og vit gerast glað. Tað fer einki av okkum, um vit rætta øðrum eina hjálpandi hond