Jólini verða hildin heima við hús

- At børnini eru glað og fáa eini góð og hugalig jól hevur alt at siga, sigur Halbjørg Mørch Christiansen

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Í ár halda vit jól heima á Strondum, og tað verður heilt sikkurt ordiliga gott og hugnaligt.

Tað sigur Halbjørg Mørch Christiansen.

Hon vísir á, at vanligt hevur verið at hildið jól hjá foreldrum og verfamilju, men í ár verða jólini hildin heima við hús.

Hvat verður etið um jólini? 

- Jólaaftan plaga vit at eta dunnu ella gás, 1. jóladag er tað lambskjøt, og 2. jóladag plaga vit at eta ræst.

Hevur tú eitt jólagávuynski?  

- Eg havi ikki nakað ávíst jólagávuynski, men at børnini eru glað og fáa eini góð og hugalig jól hevur alt at siga, sigur Halbjørg.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Jólini hava stóran týdning fyri meg, jólaboðskapurin, Jesu føðing og annars at brúka tíðina saman við familju. Jólatíðin er so sera hugnalig, sigur Halbjørg Mørch Christiansen.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)