Tað er heilt stutt síðan, at trý fólk, sum ferðaðust í einari jollu í Grønlandi, lótu lív, tveir menn og ein kvinna. Øll vóru úr sama býi og tískil setti vanlukkan eisini síni spor.
Í Grønlandi verða jollur nógv brúktar til fiskiskap, eitt nú eftir svartkalva, men jollur verða eisini brúktar sum bilar, tá vegakervið og umstøðurnar á grønlendsku vegunum ikki kunnu samanberast við føroysk viðurskifti.
Hósnáttina var aftur boð eftir hjálp, tá trý fólk í tveimum jollum hósnáttina klokkan 03.00 komu í óføri niggju sjómíl úr Ilulissat. Tíbetur eydnaðist tað í hesum førinum at bjarga fólkunum til lands í øllum góðum.
Arktisk Kommando sendi sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen avstað at hjálpa neyðstøddu jollufólkunum, sum høvdu siglt seg føst í ísinum, men tað var ein lokalur íbúgvi, sum var fyrstur á staðnum.
Onnur jollan hevði brotið róðrið, og eingin bjargingarútgerð var í bátinum. Tískil var støða álvarslig.
Men, áðrenn sjóverjuskipið kom á staðið, hevði tað eydnast einum lokalum bátaeigara úr Ililussat at koma teimum neyðstøddu til hjálpar, og hesin syrgdi eisini fyri, at bæði fólk og jollur komu trygt í havn, siga tey á Arktisk Kommando við Sermitsiaq.
Hjá Arktisk Kommandi leggja tey aftrat, at tá neyðstøddu fólkini vóru komin til lands umleið klokkan 07 hósmorgunin, høvdu tey tað eftir umstøðunum gott.