Tað var ein sonn fragd seinasta mikudag at spáka niðri í Vágsbotni í Havn og kunna keypa sær nakrar spillfeskar livandi jomfrú-hummarar við sølubásarnar, ið Hvannasunds-menn høvdu fiskað sama morgun.
Fór beint í kjallaran og leitaði mær eina góða týska Riesling fram. Schloss Vollrads frá Rheingau. Mínsann um ikki glas-proppur var í (sjá mynd). Eg mintist fyri nøkrum árum síðan at týski Becker gjørdi nakrar royndir at menna ein glas-prop í staðin fyri gamla tundurproppin ella stál-skrúvulokið. Men hevði ikki varnast at royndirnar vóru komnar so langt, at okkurt, ið eg átti sjálvur nú var við glas-proppi. Glas er fullkomna evnið at goyma vín í. So við hesum glas-proppi røkka vit ikki longur at varðveita vínið frískt. Meira av hesum!
Well, hummararnir vórði grillaðir og so rørdi eg mær eina hvítleyks-majones við frískum dildi. Og so Schloss Vollrads afturvið.
Mums, á denn luxus!
Formaðurin fyri heilsunevndina í danska Fólkatinginum, Preben Rudiengaard, kom í vikunu við uppskoti um at merkja allar øl-fløskur av nýggjum. Gamalt var, at ein ”genstandur” ella lítil , sum vit siga í Føroyum, samsvaraði við einari vanligari øl. Men nú er ein øl ikki longur ein øl. Støddirnar eru skiftandi og ikki minst er styrkin meira skiftandi enn áður. Gev gætur: denne lov gælder ikke på Færøerne!
Í Føroyum er evstamarkið fyri sterkt øl 5,8 % abv. Men tað hava verið røddir frammi, at geva tí frítt at bryggja sterkari øl í Føroyum.
So er tað sjálvandi eisini kærkomið við frámerkjum á øl-etikettuni hvussu nógvar lítlar eru í. Tað ræður um at fylgja við og halda roknskap, at vit ikki fara uppum mark. Í mesta lagi 21 lítlar fyri mannfólk um vikuna og í mesta lagi 14 lítlar fyri konufólk um vikuna.