Jon Fosse Nobelkandidatur

Í vikuni frættist, at Svenska Akademiið er í ferð við at meta um norska høvundan Jon Fosse sum møguligan kandidat til Novelvirðislønina í bókmentum.
Fyrsta útgávan hjá Fosse var skaldsøgna Raudt, svart, sum kom út í 1983, og síðani hevur hann givið út meir enn 30 skaldsøgur, yrkingasøvn og sjónleikir. Frá at vera ein høvundur, sum varð hildin at vera sera torførur at lesa, fekk Fosse altjóða gjøgnumbrot miðskeiðis í 1990unum, tá hann av álvara slóg sítt navn fast sum leikskald. Fyribils hæddarpunktið í ritverkinum hjá Fosse er tvíverkið Melancholia, 1996/97, har tað er trupla møtið millum tvey menniskju, sum er í fokus. Sama tema gongur aftur í sjónleikunum, har menniskju eru nívd av ivanum um, hvørt tey skilja hvønn annan og allatíðina gera nýggjar royndir at fáa onnur at skilja seg. Bert 10 ár eftir, at Fosse skrivaði sín fyrsta sjónleik, verður hann nú sagdur at vera ein "samtíðarklassikari" - ein samtíðarhøvundur við klassikarastøðu.
Sjónleikirnir hjá Fosse verða leiktir á pallum um alt Europa, og herfyri varð leikurin Varmt, á týskum Heiss, frumframførdur á Deutsches Theater Berlin.