Jón Johansen og Muggur vunnu ringríðingina

Árliga siðbundna ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var í Reiðhøllini í gjár.

 

Vanlig fólk sláa tunnu, og froskmenn gera tað á sjónum, men reiðfólkini úti í Havnardali ríða ringríðing á føstulávint. Hetta er kapping, har tú á rossabaki skal stýra ein pinn inn í ein pinkulítlan ring, ið er festur á eitt magnet, sum hongur á á leið tveir metra hædd. 

Hjá teimum vaksnu skal hetta gerast, meðan rossið er í lopi, tað sigur seg sjálvt at hetta er ein kunstur, hetta bæði at halda rossinum í lop, halda javnvágini og so samstundis stýra pinnin í ringin. 

 

Vinnari í ár gjørdist Jón Johansen á hestinum Muggur. Hjá teimum ungu vann Helena D. Thomsen á ryssuni Elska.

 

Myndirnar eru læntar frá Føroya Ríðingarfelag.