Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Jonas Gahr Støre í Ukraina á sínum 65 ára føðingardegi

Í dag fer norski forsætisráðharrin at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og forsætisráðharra landsins, Juliju Svyrydenko

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, fyllir 65 ár í dag, og á føðingardegnum er hann í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv.

 

Men, tað eru ikki køkur og annað slíkt, sum eru á skránni hjá norska forsætisráðharranum í Ukraina í dag.

 

Einaferð í dag fer Jonas Gahr Støre at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og forsætisráðharra landsins, Julija Svyrydenko.

 

Tað er russiska álopskríggið í Ukraina, sum er á dagsskránni.

 

Seinasta hálva árið hevur Russland hert álopini á Ukraina við bæði dronum og rakettum.

 

- Í einari avgerandi tíð hevur tað týdning at stuðla ukrainska verjustríðnum, sigur norski forsætisráðharrin í tíindaskrivi í morgun.

 

Týski varakanslarin, Lars Klingbeil, er eisini í Kyiv, har hann fer at tosa við landsins leiðslu um framtíðar trygdarváttanir.

 

 

 

Myndina eigur norska kringvarpið, NRK