Løgreglan leitar framvegis eftir Maiu Amandu

Kl. 18:00 - Dagføring: Føroya Politi ynskir framvegis at vita, júst hvar Maia Amanda er.

Tað var fyrr í dag, at løgreglan eftirlýsti 14 ára gomlu Maiu Amandu Sørensen, tá skrivaði løgreglan soleiðis:

 

»Føroya Politi leitar í løtuni eftir Maiu Amandu Sørensen, sum seinast varð sædd í Tórshavn um midnáttarleitið hóskvøldið tann 21. august 2025.

 

Maia er 14 ár og er 172 cm høg. Hon hevur langt, svart, slætt hár. Hon var ílatin eina hvíta, bundna troyggju og svartar buksur.

 

Um tú veitst, hvar Maia Amanda er, ynskja vit, at tú boðar Føroya Politi frá á tlf. 35 14 48«.