Jónas og FIF vunnu fyrsta dystin hetta kappingárið

Føroyingaliðið, Ajax vann eisini sín dyst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í FIF vunnu fyrsta sigurin og fyrstu stigini hetta kappingarárið við einum 31-28 sigri á Otterup á útivølli. 

 

Í steðginum var Otterup á odda 15-14.

 

Jónas skoraði trý mál fyri FIF í dag.

 

Brandur Halgirsson og Leivur Mortensen skutu eitt mál hvør, tá teir og liðfelagarnir í Ajax vunnu 29-25 á Grindsted á heimavølli.

 

Í steðginum var Ajax á odda 15-14.

 

Rógvi Dal-Christiansen skoraði ígjár trý mál fyri lið sítt, Roskilde sum vann 24-22 á Ringsted á útivølli. 

 

Ringsted var á odda 11-9 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Roskilde omaná, og vann seinna hálvleik 15-11, og harvið dystin 24-22.

 

Í morgin klokkan 15 leika Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ heimadyst móti Rækker Mølle.

 

NummarLið: DystirStig
1Rækker Mølle24
2HØJ 24
3Roskilde34
4Team Sydhavsøerne34
5TMS Ringsted34
6Aarhus HC34
7Ajax 34
8TM Tønder22
9Odder 32
10FIF32
11Skive32
12Otterup HK31
13IK Skovbakken21
14Grindsted GIF30