Jonatan Spang's Bryllup

Kendi danski komikarin, Jonatan Spang, verður at síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, leygarkvøldið tann 15. februar, har hann fer at framføra við sínum nýggja showi, Jonatan Spang's Bryllup.

Jonatan Spang's Bryllup hevur verið ein kanón succes í Danmark, tí hann hevur verið noyddur til at gera tvær eyka rundferðir kring Danmark, og hesaferð kemur hann so eisini til Føroya.

Væl yvir 50 ferðir hevur hann upptraðkað við show'inum í 2013, har tey flestu hava verið útseld og allir donsku ummælararnir hava givið honum 5 stjørnur (Ekstra Bladet, BT, Politikken, Berlingske, Jyllands Posten & Nordjyske), so boðað verður frá høgari góðsku.

Jonatan Spang's Bryllup verður í kvøld tann 15. februar klokkan 20.00, og show'ið varar í góðar tveir tímar. Hetta er einasta sýning í Føroyum, og einans 250 fólk sleppa at uppliva Jonatan Spang á hesum sinni.

Mentanarhúsið er opið eftir tiltakið og dansur verður við Brim frá kl. 24.00.