Jubileumskonsert var 2. november í Múllers Pakkhúsi í Havn. Her er talan sum Napoleon Nólsóy, fyrrverandi kvøldskúlastjóri, helt, tá hann setti jubileumskonsertina.
Alt hevur sína søgu, og tað hevur hetta orkestrið eisini. Í 1997 kom Sámal Bláhamar inn á gólvið hjá mær á skrivstovuni hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Sámal greiddi frá eini ferð hann hevði verið í Noreg, har hevði hann hoyrt Udsigtbakkens Brassband frá Lillehammer spælt.
Orkestrið var tá 10 ár. Sámal hevði eisini tosað við leiðaran Ole Bakker og hoyrt um 25 ára jubileumskonsertina hjá Torskov hornorkestrinum. Sámal var bergtikin av hesari uppliving og spyr, um eg ikki helt, at vit kundu gjørt eitt líknandi orkestur. Eg gav honum góðar vónir, tí eg sá beinanvegin møguleikan í at fáa tað undir frítíðarlógina - frítíðarundirvísing.
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli gevur frálæru til nógvar tónleikabólkar og kór. Skúlin er jú fyri øll. Vit skuldu bara finna gott fólk at undirvísa.
Síðan fóru vit til Javna og boðaðu teimum frá ætlanini og um Ole Bakker og hansara orkestur.
Hetta fall í góða jørð hjá Javna. Skúlin fekk gott samstarv við Ole Bakker, og seinni kom hann til Havnar at geva okkum góð ráð og at fyrireika eina konsertferð.
Ì 1998 hevði Javni landsstevnu. Heitið var; ”Nær er ein bústaður eitt heim?” Samtíðis hevði Javni fingið forkunnuga vitjan úr Noreg - við Ole Bakker kom Utsigtbakkens Brassband, og tað serliga var, at allir tónleikararnir vóru fólk, ið høvdu menningartarn. Um kvøldið var veitsla í Ìtróttarhøllini í Havn. Aftaná døgverðan spældi Utsiksbakkens Brassband.
Sólskinssøga
Á veitsluni greiddi leiðarin, Ole Bakker, frá einum búplássi í Noreg. Heimið kallaðist Torskov og var fyri fólk við menningartarni. Búfólkið her var rættuliga ”isolerað”. Tey kendu seg minni verd enn onnur fólk.
So fingu tey tað hugskot at gera eitt hornorkestur fyri tey menningartarnaðu á Torskov, og hetta gav úrslit. Tónleikararnir sluppu at royna seg við nøkrum nýggjum, og á henda hátt koma tey inn í eina ringrás sum ger, at tey hava nakað fast at takast við. Tey blivu betur og betur til tónleikin og ikki minst, at tey fingu meira og meira virðing fyri sær sjálvum. Torskov orkestrið er nú 35 ár og hevur støðugt framgongd. Tað er eitt tað mest brúkta hornorkestrið í Noreg.
Tá ið orkestrið hjá Ole Bakker endaði at spæla hetta kvøldið fingu vit eina stórfingna gávu frá gestunum. Tað vóru ymisk ljóðføri, sum í handlinum kostaðu umleið kr. 100. túsund. Gávan var frá Utsiktbakkens Brassband og Torskov Orkestrunum. Ole Bakker bað undirritaða koma uppá pallin, har hann handaði okkum í Føroyum gávuna.
Men – tað var ein treyt. Tey skuldu brúkast. Ì takkarkvøðu forsikraði eg, at ljóðførini skuldu koma í brúk, vit vildu gera okkara egna brassband. Brandur Øssurson, sum tá var tónleikalærari hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla, var saman við mær bjóðaður til Oslo og Lillehammer av Ole Bakker fyri at hoyra og síggja, hvussu tey arbeiddu. – Hetta var sera gevandi.
Drívkraft
Nú var eftir at fáa loyvi frá myndugleikunum her at vera við. Hálvtalað orð, so fingu vit loyvi frá Tórshavnar Kommunu, tað sama svar frá landinum. So nú var bert eftir at fáa lærarar. Glaður var eg, tá Annika Højgaard ringdi og segdi – ógvuliga beskeðin - at hon kundi hugsa sær at undirvíst.
Hon hevur verið drívkraftin og er tað enn. Brandur Øssurson var eisini við líka til hann fór frá vegna aldur í 2003. Fleiri aðrir lærarar hava verið við, so sum Sámal Andrias Weihe o.a.
Eirikur Skála og Katrin Johannesen hava nú undirvíst í mong ár saman við Anniku Højgaard.
Takk til øll, ið hava fingið hetta at bera til: Myndugleikarnir, Sámal Bláhamar, Ole Bakker, lærararnir, tónleikarnir, foreldur, allar hjálpandi hendur og ikki minst Javni, sum hevur verið ein verji – ein mamma í øllum hesum.
Tillukku við teimum 10 árunum. Vit gleða okkum nú at hoyra tykkum spæla – altíð væl uppløgd og glað. Við hesum seti eg 10 ára jubileumskonsertina hjá Ælaboganum.