Judith Hansen, sum er upprunanavn hennara, er ein av døtrunum hjá Annu og Tummas í Leynum, tey, sum settu búgv í Múlheiðum. Anna, dóttur Elsu og Jens á Trøðni - og Tummas var sonur Annu og Mikkjal, bóndafólkini á Uppistovugarðinum í Leynum.
Barnaflokkurin í Múlheiðum taldi 15, og tey komu øll væl undan. Í 1944 mistu tey pápan. Tummas slerdi út av trolaranum »Skálaberg« á fiskiveiðu. Í 1952 doyði Anna.
Judith var fjórða í røðini av systkinaflokkinum í Múlheiðum. 9 mánaðar gomul var hon, tá hon kom til Havnar í 1925 at vera hjá Biritu og Edvard Lindenskov í Rættará, foreldrum okkara. Tummas í Leynum og móðir vóru systkinabørn.
Barnaárini gekk Judith í skúla hjá Amaliu Joensen, Christines Minde (Bauers hús) í Rættará, síðan í realskúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi heimsstríð stóð fyri durum, og tað læsti fyri so mangari ætlan hjá teim ungu.
Judith fer á Telefonstøðina sum boðgenta, m. a. at bera boð niðan á Telegrafstøðina, álitisstarv var hetta, nú kríggj var, og alt sum bar á brá av militeri var undir strongum eftirliti. Síðan hjá Kaaber, tannlækna og fer so á sakføraravirkið hjá Husted Andersen, landsrættarsakførara. Her var hon øll árini, til Husted Andersen flutti av landinum í 1950, men Judith helt fram í sakføraravirkinum, sum nú gekk undir navninum Per Kehler og Leivur Lützen, landsrættarsakførarar.
Í 1953 fluttu Judith og Henning Lilhom Nielsen av landinum, tey giftust í 1949, hann kom til Føroya sum slaktarameistari í Smæruni í 1947. Henning stovnaði slaktarabúð í Keypmannahavn - og slaktarin á Jydeholmen í Vanløse hevur framvegis gott navn á sær. Nú rekur sonurin Bent handilin, har 10 fólk starvast.
Henning doyði í apríl 1993, 70 ára gamal, sjálv var hon tá givin á sakføraravirkinum Oppenheim & Prangen, men longu tá var farið at bila við heilsuni, og Judith hevur seinni árini búð á røktarheimi í Brøndshøj.
Judith var eisini skrivari hjá próstinum, reinskrivaði tekstir til føroysku sálmabókina og bókina Víkingasynir.
Hon skrivaði lógartekstir, har Husted Andersen var juridiski kunnleikin, hann var sum oftast juridiskur ráðgevi hjá Petur Mohr Dam, t. d. tá hann legði málið fram um stýrisskipan Føroya undir krígnum, lógartekstir til viðtøkur til tryggingarfeløgini, sum løgtingið stovnsetti, har Husted Andersen somuleiðis var juriski ráðgevin. Og Judith var nærlagdi og miðvísi tekstskrivarin.
Judith var livandi og virkin, nærløgd, hon gloymdi ongan, hevði gott samband við øll síni, og eingin serligur dagur fór framvið, at hon ikki mintist. Tí kennist tómleikin nú hon ikki ringir sunnumorgnar, sum vanligt var tey mongu árini - og mongu løturnar heima hjá teimum í Vanløse, vekja sorgblíð minni.
80 ára dagurin verður hildin í Brøndshøj sunnudagin 7. november. Sunnvá verður har, Bent, sonurin og familja, og treyðugt so at ikki onkur støkkur inn á gólvið.
Vit vitjaðu fyri stuttum og kundu fegnast um, at hon kennir okkum, fríða bros hennara boðar frá tí, hóast hon ikki fær sagt stórt meir enn einstøk orð, so váttar brosið, at hon fatar og nemur.
Adressan er: Judith Lilhom Nielsen, Pilehuset 25, Bystævneparken, 2700 Brøndshøj.