Jürgen Klopp fingið bann

Premier League: Venjarin hjá Liverpool skal sita yvir ein dyst, fyri viðmerkingarnar hann gjørdi um dómaran Paul Tierney

Mynd: (Scanpix)

Enska fótbóltssambandið hevur givið Jürgen Klopp venjarabann í tveir dystir, harav annar er treytaður. Hartil hevur hann fingið eina bót upp á 643 túsund krónur.

 

- Eg veit ikki hvat hann hevur í móti okkum. Hann hevur sagt at hann einki hevur ímóti okkum, men tað kann ikki passa, segði Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, eftir 4-3 sigurin á Tottenham fyri nøkrum vikum síðani.

 

Jürgen Klopp var alt annað enn nøgdur við, at dómarin valdi at dømta fríspark móti Mohamed Salah seint í dystinum, tá tað eftir hansara metingin skuldi verið fríspark til Mohamed Salah. Eftirflygjandi fekk Tottenham bóltin og løtu seinni enn eitt fríspark, sum endaði við at Tottenham í 92. minuttir javnaði til 3-3.

 

Liverpool skoraði sigursmálið tveir minuttir seinni og tá rann Jürgen Klopp yvir til fjórða dómaran og jublaði. Hann jublaði so nógv, at hann fekk ein skaða í baklærið og gult kort.

 

- Tað var óneyðugt og eitt gult kort var eisini í ordan. Eg fekk ein skaða, men eg veit ikki ordiliga hvat tað er, so eg bleiv revsaður fyri at jubla, men tað dómarin segði við meg, tá hann gav mær gula kortið er ikki í lagi, segði Jürgen Klopp við Sky Sports.

 

Hann vildi ikki koma nærri inn á hvat bleiv sagt, men dómarafelagið hjá dómarunum í Onglandi hevur verið úti og boðaða frá, at upptøkurnar hjá teimum siga, at Paul Tierney einki ósakligt hevur sagt.

 

Tær upptøkurnar eru nú almannakunngjørdar. Her framgongur at Paul Tierney sigur við venjaran hjá Liverpool, at hann hevur fingið boð um at geva gul, men at tað kundi verið reytt. Jürgen Klopp og Paul Tierney hava fyrr verið upp á kant. Tí er hetta ein longri søga millum ein óðan venjara og ein dómara. Jürgen Klopp kann nú vænta sær eina sak fyri ósømiligan málburð.

 

Liverpool verður nú uttan Jürgen Klopp til heimadystin móti Aston Villa leygardagin. Liverpool skal vinna, fyri at hava nakran kjans at spæla í Champions League komandi kappingarár.

 

20.05Tottenham:Brentford
20.05Fulham:Crystal Palace
20.05Liverpool:Aston Villa
20.05Bournemouth:Manchester Utd
20.05Wolves:Everton
20.05Nottingham F.:Arsenal
21.05West Ham:Leeds
21.05Brighton:Southampton
21.05Manchester City:Chelsea
22.05Newcastle:Leicester
1Manchester City35274492:3185
2Arsenal36256583:4281
3Newcastle361912567:3269
4Manchester Utd35206951:4166
5Liverpool36198970:4265
6Brighton351771167:4958
7Tottenham361761365:5957
8Aston Villa361761348:4457
9Brentford361314954:4553
10Fulham361561552:4951
11Chelsea3511101436:4143
12Crystal Palace3611101537:4643
13Wolves361171830:5240
14Bournemouth361161937:6939
15West Ham361071938:5237
16Nottingham F.368101836:6734
17Everton367111832:5632
18Leeds367101946:7131
19Leicester36862249:6730
20Southampton36662431:6624

Mynd: (Scanpix)