Juli í ár var ein av teimum heitastu í Danmark tey seinastu 150 árini, og danir hava ongantíð havt so nógvar sólskinsdagar í juli sum í ár. Danska veðurstovan sigur, at juli var tann fjórðiheitasti tey seinastu hálvtannaðhundrað árini. Meðalhitin í síðsta mánað var 18,7 stig, og tað var bara í 1941, 1994 og í 2006, at juli var heitari enn í ár.
Danir høvdu sól í 247 tímar í juli, og tað er 51 tímar meiri enn tað vanliga fyri juli, sigur danska veðurstovan.
Hinvegin benda teir fyrstu dagarnir í august á, at hesin mánaðurin verður sum ein vanligur august við skiftandi veðri, sigur veðurmaðurin Mikael Jarnvig við TV2.