Julian: At enda vóru vit klassar betur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr venjaran hjá kyndilsmonnum taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Julian Johansen, venjara hjá kyndilsmonnum aftaná 31-22 (13-12) sigurin hjá Kyndli ímóti Neistanum. Ein sigur, sum heldur lív í lítlu vónini kyndilsmenn hava at røkka FM-finalunum.

 

Julian Johansen ásannar, at tað gekk illa í hond teir fyrstu 25 minuttirnar, og hann var pínliga berørdur av tí kyndilsmenn vístu sínum áskoðarum, tá teir vóru aftanfyri 7-12. Seinastu fimm minuttirnar heldur Julian Johansen tó, at teir fingu rætta uppá tingini.

 

Julian Johansen heldur, at í seinna hálvleiki vístu kyndilsmenn, at teir eru klassar betri enn Neistin. Kyndilsvenjarin sigur, at teir nú taka ein sigur í senn, og so vónar hann, at við hjálp frá úrslitunum í hinum dystunum, so fer tað at røkka til eitt FM finalupláss, men hann ásannar, at vónin er ikki serliga stór, men Kyndil fer eftir tí lítla møguleikanum teir hava. 

 

Støðan í FTZ deildini : 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H712053142710433
2VÍF205645125228
3Kyndil205334785523
4KÍF194434182522
5StÍF20527532-518
6Neistin20486514-2814
7Team Klaksvík19440643-2030