Hóast Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Svendborg ikki fingu fult á útivølli móti Ikast, so vunnu teir seg nærri uppflytingarplássunum um vikuskiftið. Hóast heimasíðan hjá Svendborg skýrdi Julian Johnsson at eiga ein týdningarmiklan leiklut í dystinum um vikuskiftið, so kundi fyrrverandi landsliðsleikarin ikki verja fyri, at hann og liðfelagarnir ikki fingu fult á útivølli móti Ikast. Støðan gjørdist 1-1, eftir at gestirnir vóru á odda í steðginum. Svendborg liggur í løtuni á triðja plássinum í triðbestu donsku deildini, ájavnt í stigum við Blokhus FC, sum tapti um vikuskiftið. Á odda er Randers Freja, sum hevur eitt stig fleiri – 20 stig. Fyrrverandi KÍ og B68-framherjin, Jacob Bymar, átti hinvegin týðandi leiklut í 4-2 sigrinum hjá Varde á heimavølli móti Hobro. Hann var tvær ferðir á blettinum undan steðginum, og legði lunnar undir sigurin.