Einasti føroyingurin, sum framvegis luttekur í europeisku fótbóltskappingunum, er Julian Johnsson. Í kvøld skulu hann og liðfelagarnir í ÍA spæla í Svøríki. Í øðrum innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini, skulu teir spæla á útivølli ímóti Hammarby.
Einki er at ivast í, at uppgávan og avbjóðingin verður ivaleysa stór hjá íslendska felagnum, sum við 5-0 sigri á Akureyri sunnudagin ímóti KA styrkti sær sjálvsálitið. Julian Johnsson var ta ferðina, sum hann mest sum hvørja ferð higartil í ár hevur verið tað, á ÍA miðvøllinum allar 90 minuttirnar. Í íslendskum fjølmiðlum fær hann sera gott skoðsmál fyri at vera sannur stríðsmaður. Tað kemur heilt víst ikki óvart á føroyingar við áhuga fyri fótbólti. Julian hevur altíð verið stríðsmaður og arbeiðshestur, og tað er hann framvegis.
Týsdagin varð møguleikin nevndur, at Julian kanska ikki fór at verða tøkur til landsdystin ímóti Malta. Orsøkin var, at ÍA orsaka av UEFA Cup ferðini í Svøríki hevði heitt á KSÍ, sum er íslendska fótbóltssambandið, at útseta landskappingardystin sunnudagin til mánakvøldið. Nú hevur KSÍ svarað. Teir siga nei. Tískil skal ÍA spæla sunnudagin, og so fer tað at bera til hjá Juliani at vera í Føroyum kanska sunnukvøldið og í hvussu so er mánamorgunin.