Julianna Matras og Mathea Jensen fara úr starvi

Fyrrapartin var hugnalig fráfaringarsamkoma á kommunuskrivstovuni á Toftum fyri tveimum starvsfólkum hjá Nes kommunu.

 

Julianna Matras varð sett í starv í mattænastuni hjá Nes kommunu frá 1. mai 2007. Seinni varð hon sett sum vaskifólk í Dagtilhaldinum og hevur annars í mong ár samskipað koyringina av teimum eldru til dagtilhaldið.

 

Tá ið eldraøkið varð lagt út hin 1. januar 2015, kom mattænastan undir Roðan, og Julianna helt tá fram við mattænastuni har til 1. februar í ár, tá nýggi køkurin á Ellisheiminum í Runavík fór at taka sær av útkoyringini av matinum.

 

Julianna helt tó fram sum vaskifólk í Dagtilhaldinum til 1. juni, men ynskti nú at sleppa úr starvi.

 

Mathea Jensen varð sett í starv sum vaskifólk í Tofta skúla frá 1. januar 2015. Mathea hevur boðað frá, at hon ynskir at sleppa úr starvi nú í summar.   

 

Við fráfaringarløtuna segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, soleiðis:

 

- Hjartaliga takk fyri trúgva og drúgva tænastu. Tit báðar hava verið sera nærlagdar í tykkara starvi, og fyri kommununa er tað gull vert at hava starvsfólk, sum leggja nógv fyri til tess at røkja sítt starv til fulnar. Sum kommuna virðismeta vit tað ógvuliga høgt.

 

##med2##

 

Borgarstjórin nýtti eisini høvi vegna kommununa at takka Julionnu Matras og Matheu Jensen fyri sera gott samstarv. 

 

- Vit ynskja tykkum og øllum tykkara alt tað besta og framhaldandi Guðs signing á lívsleiðini, segði borgarstjórin.

 

Olaf Magnussen, virkandi skúlastjóri í Tofta skúla, nýtti eisini høvið vegna skúlan at takka Matheu Jensen fyri gott samstarv og trúgva tænastu.