Julie Sass sýnir fram í Havn

Leygardagin 3.desember klokkan 15-17 verður nýtt ljós í Víngarðinum, tá framsýningin I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass letur upp. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í vár varð løgd fram í Listasavninum.

 

Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlanda-húsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Listakvinnan hevur í skjótt tíggju ár samstarvað við Steinprent, har hon hevur framleitt nógv prent og bøkur.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com, og har stendur meira at lesa um listakvinnuna.