Russar hava ongantíð megnað at tikið Zaporizjzja

Guvernørurin, Ivan Fedorov, sigur, at talið av deyðum eftir russiskt álop á Zaporizjzja kann fara at veksa, tí framvegis verður leitað í leivdunum av íbúðarbygningi

Ambulansufólk veita fyrstu hjálp til ein av íbúgvunum, sum er raktur í russiska álopinum

Í minsta lagi eitt fólk hevur latið lív og 18 eru særd í einum russiskum álopi á ukrainska býin, Zaporizjzja.

 

Ukrainskir myndugleikar siga, at russiska álopið rakti eitt íbúðarøki í býnum, har umleið 790.000 fólk búgva.

 

Býurin liggur bert nakrar tíggjutals kilometrar úr hermótinum, og russisku deildirnar hava ongantið megnað at tikið býin.

 

Millum tey særdu í russiska álopinum eru tvey børn, skrivar guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov á Telegram.

 

Ivan Fedorov sigur, at talið av deyðum kann fara at veksa, tí framvegis verður leitað í leivdunum av íbúðarbygningi.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Ambulansufólk veita fyrstu hjálp til ein av íbúgvunum, sum er raktur í russiska álopinum

Russisku deildirnar hava ongantið megnað at tikið býin, Zaporizjzja