Jupiter mundi rikið á land

Eingin skaði kom á skrokkin, tá nótaskipið Jupiter, sum var á veg til fiskiskap, mundi rikið á land i Saltangará fyri løtu síðan

Jupiter

 

Tá nótaskipið Jupiter loysti í Saltangará fyri løtu síðan, slóknaði høvuðsmotorurin, og skipið rak spakuliga inn ímóti grótkantinum norðanfyri bryggjuna.

Eingin skaði kom á skrokkin, sum ongantíð bar við land.

Á Havnaskrivstovuni hjá Runavíkar havn søgdu teir fyri løtu síðan, at skipið var komið til bryggju aftur í øllum goðum.

- Manningin slepti akkerinum, tá motorurin slóknaði, so skipið ikki dreiv inn móti grótkantinum. Síðan vórðu endar fingnir í land, samstundis sum síðuskrúvan hjálpti til at fáa skipið út frá aftur.

Teir siga, at endar vórðu festir í land og síðan lagdir um okkurt at spølunum umborð.

- Alt gekk væl at fáa skipið til bryggju aftur, og eingin skaði stóðst av hendingini, siga teir á Havnaskrivstovuni hjá Runavíkar havn.

Seinastu vikurnar hevur Jupiter ligið við bryggju í Saltangará, meðan høvuðsmotorurin er umvældur.

Nú skipið loysti, vóru teir klárir at fara til fiskiskap aftur – og øll manningin var umborð.