Jústines L. Justinussen tilnevndur heiðurslimur í StÍF

StÍF hevði 80 ára gallaveitslu í bygdarhúsinum á Strondum ígjár

Mynd: stif.fo

Jústines L. Justinussen sum hevur tikið nógv tøk fyri StÍF, bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin fekk miklan heiður á 80 ára gallaveitsluni hjá StÍF, ið var hildin í bygdarhúsinum á Strondum ígjár.

 

Sambært heimasíðuni hjá StÍF var fagnaðurin sera stórur, tá formaður felagsins, Rúni Rasmussen kunngjørdi, at Jústines L. Justinussen var tilnevndur at vera heiðurslimur í felagnum.

 

Stif.fo skrivar: - Eitt heiðursskjal bleiv handað hondum við hesum teksti: “Við hesum verður váttað, at Jústines Leivssonur Justinussen er kosin av nevndini í St.Í.F. at vera heiðurslimur í Stranda Ítróttafelag. Hesin heiður verður latin Jústinesi Leivssyni Justinussen fyri hansara framúr og trúfasta arbeiði fyri St.Í.F. í mong ár sum leikari, venjari og ágrýtin stuðul.”

 

Jústines hevur verið og er framvegis sera virkin í St.Í.F. Hann er venjari hjá D14 og G10, og hann er altíð fúsur at hjálpa til og at leggja børnum og ungum lag á.

 

Í gjárkvøldi fekk hann eisini eitt lívstíðarkort. Hetta kortið gevur atgongd til allar heimadystir hjá St.Í.F. alt lívið. Skrivar stif.fo. 

 

 

 

Mynd: stif.fo