Juvel II er keyptur til at vera boðanarskip í Grønlandi, men hevur seinastu árini vitjað smáu oyggjasamfeløgini sunnanfyri.
Høvuðsuppgávan hjá Juvel II er á hvørjum sumri, frá mai til september, at sigla fram við Grønlendsku strondini frá norðast í vestri til norðast í eystri. Har verður lagt inn at flestu bygdum og býum á ferðini.
Møti verður hildið á hvørjum stað, teir leggja inn. Tað fer sum oftast fram í leigaðum hølum, men tað hendir seg eisini, at møti verður hildið umborð.
Seinastu árini hava teir so valt at vitja ymiskar oyggjabólkar, áðrenn farið verður til Grønlands.
Hetta byrjaði i 2011, tá vitjað var í Hetlandi í mai mánað. Á ferðini var vitjað í fleiri støðum, og møtir hildin.
Í 2012 vóru tað Orknoyggjarnar, ið høvdu vitjan av Juvel II, og eisini har var vitjað á ymiskum støðum og møtir hildin.
Í fjør var so komið til Hebridurnar, sum liggja beint vestan fyri Skotland. Vitjað var har i góða viku, og hesaferð vóru øll møtini hilsin í høvuðsstaðnum, Stornoway.
Í ár verður so vitjað í Føroyum, har Juvel II hevur ligið í Nólsoy nakrar dagar. Skipið kom til Nólsoyar hosdag seinnapart, og frá klokkan 19 vóru nólsoyingar vælkomnir umborð at síggja skipið og fáa ein kaffimunn.
Nógvir nólsoyingar nýttu høvið at vitja umborð.
Fríggjadagin var so skipað fyri barnamøti umborð klokkan 17, og eisini tað var væl vitjað. Klokkan 21 var so skipað fyri útimøti.
Klokkan 11 fyrrapartin var so fráfaringarløta á bryggjuni undir Klivum, og Juvel II setti kósina móti Hesti, har útimøti verður klokkan 17, áðrenn farið verður víðari klokkan 18.30.