Avgerandi løtan í landskappingina kom í 13. umfari, tá AB á heimavølli tók móti KÍ. Undan dystinum var greitt, at AB skuldi vinna fyri at hava nakran veruligan møguleika at koppa KÍ.
KÍ kom á odda tíðliga í dystinum, men AB javnaði stutt eftir við sjálvmáli. AB royndi at trýsta fyri at fáa avgerandi málið, ið skuldi sparka lív aftur í kappingina, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftuat vendi Rannvá B. Andreasen dystinum á høvdið við dundurskoti. Málið avgjørdi ikki beinleiðis meistaraheitið, men tað mundi verða fá, sum kundi ímynda sær, at KÍ ikki fór vinna tað. Tað gjørdu tær stutt seinni og hetta er meistaraheitið nummar 12 á rað!
Í steypafinaluni vóru tað somu lið, ið dystaðust um gullið. Dysturin var ikki meir enn byrjaður, tá KÍ fór avstað við bóltinum í høgru síðu. Innfyri var Maria K. Thomsen fyrst á bóltin og eftir einum lítlum hálvum minutti var KÍ á odda.
Málið skuldi vísa seg at verða tað einasta og avgerandi í finaluni. Hetta er annað árið á rað, at KÍ vinnur finaluna 1-0.
KÍ royndi seg eisini í Champions League og megnaði at fáa trý stig í bólkinum. Tær vunnu 1-0 á Mosta FC úr Malta. Tær taptu dystirnar móti ZFK Spartak og Glasgow City.