Í kø eftir grind

Tað var ferðsluproppur í Havn í morgun, tá fólk fóru eftir grind Nógv fólk vóru í morgun á Vestaru bryggju í Havn eftir heimapørtunum frá grindini, sum legði beinini í Sandágerði í gjár.

Fólk frá býráðnum hava havt úr at gera við at býta út til teirra, sum trúliga hava staðið í bíðirøð á bryggjuni við spannum og baljum til at fáa sær eitt kók av grind, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

So nógv fólk var á ferð, at rættiligur proppur var í ferðsluni um áttatíðina í morgun. Sagt verður, at bilrøðin rakk av Vestaru bryggju, niðan í Hornabø, heim gjøgnum býin og heilt niðan í R.C. Effersøesgøtu.

Grindin, sum var 231 hval og góð 1.900 skinn, bleiv býtt í heimapartar og umleið 1.200 drápspartar.