Teir næstbestu hjá H71 vóru um reppið at vinna á KÍF í fyrru hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini, tá ið liðini hittust í høllini í Kollafirði í kvøld.
KÍF kom eitt vet betur frá byrjan, men H71 át seg spakuliga inn aftur í dystin og legði seg fyrstu ferð á odda tá ið 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Teir spældu tá nógv skilabetur við longum álopum og fáum mistøkum, og var tað við til at halda KÍF aftanfyri - eisini hálvleikinum, tá ið støðan var 15-14 til H71.
Í seinna hálvleiki megnaði H71 at halda fast í leiðsluni heilt fram til tríggir minuttir vóru eftir at leika, tá ið KÍF fyri fyrstu ferð legði seg á odda síðani fyrra hálvleik. Hetta leiðslumálið hjá KÍF, sum var til 29-28, gjørdist eisini endaliga úrslitið, og er tískil framvegis einki avgjørt áðrenn seinna hálvfinalan verður leikt í Hoyvík seinni í mánaðinum.
Nicklas Selvig skeyt sjey mál fyri KÍF, meðan veteranurin Halgir Dahl Olesen skeyt níggju mál fyri H71 1.