KÍF hevur argað okkum

Neistin kann vinna triðja steypasigurin upp í slag í dag. Hesa ferð kemur mótstøðan úr Kollafirði, og Neistin má liva við, at favorittstemplið situr á teimum blaú, og ikki KÍF.

- Vit eru oddalið og hava fleiri royndir frá steypafinalum enn KÍF. Um tað so motiverar ella leggur eyka trýst á okkum, kann sum so gera tað sama, um vit duga at brúka tað til okkara fyrimun, sigur spælandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, sum hevur stóra virðing fyri KÍF.

 

- Kollfirðingar hava argað okkum øgiliga illa. Vit hava vunnið allar dystirnar ímóti KÍF, men tað hevur ikki verið lætt, og í tí eina dystinum høvdu teir okkum í sekkinum og skuldu binda fyri, tá tað akkurát eydnaðist okkum at sleppa uppaftur. Allarhelst hava vit eitt betri lið enn kollfirðingar, men teir eru ungir og øgiliga raskri, so vit mugu vera fokuseraðir, sigur Ingi Olsen.

 

Ein hin besta myndin av, at KÍF ikki hevur somu steyparoyndir sum Neistin, er ættartalvan hjá fýra av núverandi spælarunum á lið¬num. Ási Dam, Emil Dam, Pætur Johannesen og Rúni Joensen, sum eru á liðnum hesa ferð, eru synir ávika¬vist Jákup Dam, Kristian Martin Dam, Hannis Johannesen og Ragnar Joensen, ið allir vóru á lið¬num í 1986, tá KÍF tapti ímóti Kyndli við bara einum máli, 23-24.

 

 

? Tað er deiligt at vera í finaluni, og vit eru sera spentir. Tað sama er fólkið í Kollafirði, tí allastaðni spyrja tey um finaluna og ganga øgiliga høgt upp í tað. Hetta er ein dystur, sum skal avgerast, og tað er bara hesin eini kjansurin, tú hevur, sigur venjarin hjá KÍF, Jan Ottosen.

 

 

? Vit hava hvørja ferð ímóti Neist¬anum fingið argað teir í eina góða løtu, men eg ivist í, um tað verður nóg mikið hesa ferð. Helst noyð¬ast vit at spæla 100 prosent væl allan dystin á tamb, tí ímóti Neist¬anum hevur eingin ráð til at taka sær av løttum.

 

 

KÍF-venjarin væntar góðan stuðul frá trúgvu og harðmæltu stuðl¬unum úr Kollafirði, umframt at hann væntar annan stuðul við: ? Vit eru »underdogs«, og tí fara óivað eisini mong onnur at halda við okk¬um, sigur Jan Ottosen.