KÍF-H71 30-30 (14-13)
Sigur var eitt krav hjá kollfirðingum sunnudagin, um teir skuldu halda fast í vónini um at koma í finaluna. Mótstøðuliðið var H71, og hesir hava fyrr í ár givið kÍF ávísar trupulleikar.
H71 fekk eisini eina flúgvandi byrjan uppá dystin, tá teir løgdu seg á odda 4-1 mest sum alt fyri eitt. So við og við fótaði kÍF sær tó, og ikki gekk long tíð, so stóð aftur á jøvnum millum liðini. Næstu løngu løtua skiftust liðini um at skjóta mál, og munurin var at kalla eingin. Seint í fyrra hálvleiki kom KÍF tó tvey mál fram um, men H71 bleiv við at svara aftur. Hesa løtuna koyrdi spælið hjá kollfiðringum ikki væl, og um hoyvíkingar vóru eitt sindur hepnari í avslutningunum, so kundu teir verið á odda, tá liðini fóru til hálvleiks. Í staðin førdi KÍF við einum máli í steðginum, men alt var enn púra opið.
Í seinna hálvleiki kom H71 aftur uppá javnleik, og so fylgdust liðini líka til miðskeiðis í hálvleikinum. Her bleiv H71 rakt av eini dupultari útvísing, og hetta tók KÍF nyttu av, og legði seg á odda við trimum málum. H71 fekk tó minka um munin niður aftur í tvey mál, men so blivu teir aftur raktir av eini dupultari útvísing, og so vann KÍF sær eina fýra mála leiðslu við góðum fimm minuttum eftir.
Móti endanum fekk KÍF eina útvísing, og hesar 2 minuttirnar brúkti H71 til at koma uppá javnt aftur. Nú var spenningurin í hæddini, men í síðsta minutti kom KÍF aftur á odda, og so fór H71 í seinasta álopið. Her megnaði Gunnar Bláberg at fáa mál, og so endaði dystu