Nú er sligið fast, at KÍF hevur sera gott tak á H71. Tað varð staðfest, tá liðið hjá kollfirðingum fyri aðru ferð innan tríggjar vikur sýttu hoyvíkingum sigurin.
Í síðsta enda skulu teir í H71 vera fegnir um, at teir yvirhøvur fingu nakað stig burtur úr dystinum, sum endaði 25-25. Teir 60 minuttirnir vóru spældir, tá støðan var 25-24 til KÍF. H71 fekk fríkast nakað frá málinum. Hetta er ofta sæð fyrr ? tíðin er farin, men fríkastið ella 3-meturkastið skal takast. Sum oftast hevur tað ikki so nógv at týða, og tað verður so at siga aldrin skorað upp á tað kortini, tí hitt liðið setir allar sínar spælarar í ein múr.
Hesaferð hevði seinasta kastið týdning. Hans Guðmundsson skeyt, rakti hondina hjá einum KÍF-ara og fór í málið! Ein dramatiskur endi upp á ein dramatiskan dyst, har KÍF tíðliga í seinna hálvleiki misti ein av sínum bestu spælarum, Allan Mørkøre, sum kom út fyri einum ógvusligum óhappi, har hann breyt nøsina. Stutt eftir hetta fekk Petur Martin Johansen reyða kortið fyri at brúka seg ov nógv, og so var KÍF-liðið enn meira skert. Fram til tá høvdu kollfirðingar havt sera gott tak á H71, og teir høvdu verið betra liðið allan dystin.
Nú var eitt korter eftir, støðan var 21-19 til KÍF, og hoyvíkingar vóru á veg? Ein vónleys støða hjá KÍF, skuldi ein trúð, men teir góvust ikki á hondum. Teir megnaðu alla tíðina at halda nøsina framman fyri H71, og í seinasta enda var tað svørt óeydna, sum gjørdi, at teir ikki eisini hesaferð fingu bæði stigini frá hoyvíkingum.
Stóri spælarin hjá KÍF var Rói Árting, sum ferð eftir ferð helt favorittarnar úr H71 fyri rukku við sínum gløgga og undirhaldandi spælið. Skoraði hann ikki sjálvur frá vonginum, spældi hann tvørbóltar tvørturum málteigin, aftanfyri H71-verjuna, til hin vongin, sum so skoraði.
Tað tók langa tíð, áðrenn hoyvíkingar fingu vart fyri hesum, og ta einu ferðina noyddist Jákup Símun Simonsen út í tveir minuttir fyri at hava vart innanfyri, tá hann royndi at forða enn einum av hesum tvørbóltunum í at røkka sín mann.
Sami Jákup Símun var als ikki so eyðsæddur sum ofta fyrr, og heldur ikki hin vongurin hjá H71 fekk nevnivert burturúr. Tað hjálpti heldur ikki nevnivert, at Hallur Danielsen og seinni Tróndur Vatnhamar kom inn á vongplássið hjá H71-veteraninum.
Hans Guðmundsson varð mansvardur stóran part av dystinum, men hinir spælararnir dugdu ikki serliga væl at gera sær dælt av plássinum, tað skapti í KÍF-verjuni. Og tá so Óla Kristian Djurhuus stóð væl í KÍF-málinum, var borðreitt til enn eina sensatión av KÍF.
Sum so var javnleikur eisini eitt slag av sensatión (hóast KÍF vann fyrra dystin móti H71), men sum dysturin lagaði seg, kann eingin siga kollfirðingar ringar fyri, at teir hildu seg hava uppiborið betri.
Besti maður hjá H71 var málverjin John Heri Dam, sum í seinna hálvleiki helt H71 inni í dystinum. Hann og restin av liðnum kundi fegnast um, at teir fingu eitt stig burturúr, tí tað høvdu teir ikki uppiborið, og hevði KÍF ikki mist Allan Mørkøre, ber bara til at ímynda sær, hvussu leikur hevði gingið.
Nú fingu liðini eitt stig í part, og hetta var fyrsti javnleikur í hesari landskappingini. Og hann kunnu hoyvíkingar fegnast meira um.