KÍF og Dráttur hótta

Fleyr hevur enn munin í kappingini um at møta Mjølni í FM-finaluni, men KÍF og Dráttur eru nú bara trý og fýra stig aftanfyri

Í longri tíð hevur Fleyr verið einasti avbjóðarin, tá talan hevur verið um, hvør skuldi í FM-finaluna hjá kvinnunum, sum óivað verður ímóti Mjølni. Men KÍF og Dráttur, sum hava ligið nakað aftanfyri, hava ikki viljað slept takinum, og framvegis eru tey beint í hølunum á Fleyr, sum um vikuskiftið spældi tveir dystir.
Tann fyrri var fríggjakvøldið, og tað var útsetti dysturin í Trongisvági ímóti TB, sum upprunaliga skuldi verið spældur síðst í januar. Her vann Fleyr 3-1, eftir at TB hevði javnað til 1-1 í settum við at vinna annað sett. Tað reið um snarið í triðja setti, sum Fleyr vann 32-30, og so lá betur fyri at taka dystin. Men tá Fleyr so í gjár vitjaði oddaliðið Mjølnir, gekst ikki líka væl, tí henda dystin vann Mjølnir 3-1.
Nú er tað kanska ikki so ofta, at onnur lið vinna á Mjølni, men úrslitið mundi koma væl við hjá bæði teimum í KÍF og teimum í Drátti, sum liggja framvið eftir finaluplássinum, skuldi Fleyr ikki borið boð í bý, nú kappingin er farin at halla og bara trý umfør eru eftir.
Bæði Dráttur og KÍF høvdu heimavøll, og leygardagin vann Dráttur 3-0 á Ternuni, ið hevur tað strævið í botninum, har kappingin um at sleppa undan aftasta plássið er við ÍF, sum í sínum dysti í gjár mátti lúta 3-0 fyri KÍF. Tað merkir, at KÍF nú er bara trý stig aftan fyri Fleyr og Dráttur fýra stig aftan fyri havnarkvinnurnar, meðan Ternan og ÍF bæði hava fýra stig, men ÍF er eitt sett verri og tí allaraftast.

Eikligan, kvinnur
TB-Fleyr 1-3 (16-25, 25-18, 30-32, 17-25)
Dráttur-Ternan 3-0 (25-18, 25-21, 25-12)
Mjølnir-Fleyr 3-1 (19-25, 25-16, 25-19, 25-22)
KÍF-ÍF 3-0 (25-20, 25-14, 25-22)