Sunnudagin bresta H71 og KÍF saman í Hoyvíkshøllini í bestu mansdeildini. Gongdin hjá hoyvíkingum hevur ikki verið tann besta síðstu dystirnar. Teir fingu eina góða byrjan uppá endaspælið, tá teir vunnu ímóti Kyndli, men síðani hava teir tapt fyri bæði StÍF og VÍF, og í løtuni liggja teir á aftasta plássi í Atlantic Airways deildini.
Hjá kollfirðingum hevur hinvegin gingið sera væl í endaspælinum. Fyrstu tveir dystirnir endaðu við sigri ímóti ávikavist Neistanum og VÍF, og í triðja royndini spældu teir javnt ímóti Kyndli. Sostatt hava teir fingið fimm av seks møguligum stigum í endaspælinum, og hetta hevur ført teir uppá triðja plássið í bestu mansdeildini.
Sostatt má KÍF metast at vera lítil favorittur undan dystinum ímóti hoyvíkingum, men dystirnir ímillum hesi bæði liðini eru ofta sera spennandi, so áskoðararnir kunnu nokk vænta sær enn ein spennandi dyst.