KÍ fann góða spælið fram aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Veteranurin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør fegnast um, at teir komu á sigurskós aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við KÍ-veteranin, Hjalgrím Elttør aftaná 3-0 sigurin hjá KÍ ímóti B68 á Svangaskarði á Toftum. Hjalgrím Elttør gjørdi sítt við at skora til 2-0.

 

Hjalgrím Elttør er sera fegin um, at KÍ fann tað góða spælið fram aftur, aftaná 2-4 tapið ímóti ÍF farna sunnudag. Hjalgrím Elttør heldur, at tað hevur verið leingi at skula bíða eina viku fyri at prógva hvat teir í KÍ duga, og tí kendist tað eyka væl at koma á sigurskós aftur.

 

Hjalgrím Elttør ásannar, at hann skoraði til 2-0 eina sálarliga, týdningarmikla løtu, tá B68 hevði sína bestu løtu í dystinum. Hjalgrím Elttør ásannar, at tað var vandamikið bara at verða á odda 1-0, tí við bara einum málmøguleika kundi B68 javnað.

 

Nú gera Hjalgrím Elttør og liðfelagarnir klárt at taka ímóti Skála á summarfestivalinum í Klaksvík komandi fríggjakvøld. Tað hevur fyrr gingist illa hjá KÍ til tær stóru løturnar í býnum, men Hjalgrím Elttør heldur, at teir hava hevjað seg uppum tað nú, og fara á vølli við Djúpumýru fyri at fáa trý stig ímóti Skála.