##med2##
Hann er farin mangan brattan fyri KÍ, bæði sum fjeppari og sum ungdómsvenjari í KÍ, og hann má sigast at vera millum kendastu KÍ-fjeppararnar í landinum.
Eyðun Thorgeirsson er ovurfegin um, at KÍ loksins er meistari aftur. Hann viðgongur, at tað hevur verið ein strævin og lang bíðitíð, og til FM-finaluna leygardagin hevði hann ikki nervar til at hyggja eftir øllum dystinum millum B36 og KÍ.
Eyðun vónar tí, at hann kann sleppa siggja allan dystin á DVD.
Sendingin "Gullradio" á FM1 rundaði sendingina av við at ringja til Eyðun Thorgeirsson, ið var júst liðugur við at venja U11-liðið hjá KÍ tá FM1 ringdi til hann.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyr samrøðuna sendingin "Gullradio" á FM1 hevði við Eyðun Thorgeirsson.