KÍ-HB, Neistin-Kyndil og Fleyr-KÍF á FM1

FM1 sigur frá fótbólti, hondbólti og flogbólti í dag millum klokkan 14 og klokkan 19.30.

Ein risastórur ítróttardagur verður á FM1 í dag har sagt verður frá bæði fótbólti, hondbólti og flogbólti.

 

Klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal beinleiðis frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og Kyndil.

 

Klokkan 15 sigur Tróndur Arge beinleiðis frá stóra fótbóltsklassikaranum millum KÍ og HB norðuri í Klaksvík. Petur Asbjørn Lervig er heimildarmaður til dystin millum Víking og ÍF í Sarpugerði í Norðragøtu. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum NSÍ-EB/Streymur, TB-AB og B36-Skála.

 

Klokkan 16 verður eisini sagt beinleiðis frá dystinum í Okkara-deildini millum Neistan og Kyndil. Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal.

 

Aftaná klokkan 17.30 verður sendingin "Triði Hálvleikur" har prátað verður við umboð fyri tey ymisku liðini sum hava verið í leiki seinnapartin sunnudagin. 

 

Klokkan 18 sigur Óli G. Samuelsen beinleiðis frá dystinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti millum Fleyr og KÍF.

 

Øll kunnu hoyra stóra ítróttardagin á FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni. 

 

Til ber eisini at fylgja gongdini í Betrideildini her á in.fo.