Tað gekk friðarliga fyri seg í Klaksvík fyrstu løtuna, men tá ið fyrsti málmøguleikin stóðst, legði KÍ seg á odda.
Klaksvíkingar høvdu horna í høgru, Ovi Nysted royndi at stýra bóltinum ímóti málinum við høvdinum, og eftir tvær ferðir aftur og fram smekkaði Símun Joensen bóltin í HB málið.
Eftir níggju minuttir hevur KÍ sostatt lagt seg á odda 1-0 ímóti HB.
Lítla løtu eftir leiðslumálið var Símun Joensen aftur upp á spæl. Hann legði væl innfyri úr vinstru, og Heðin á Lakjuni sendi við høvdinum bóltin hálvan metur við síðuna av HB málinum.