KÍ-kvinnur hava fingið nýggjan venjara

Nýggjur venjari er 38 ára gamli Alexander Djordjevic. Hann hevur spælt og verið venjari í KÍ síðani 2001, og hann er í holt við at taka B-venjaraútbúgvingina hjá FSF.

 

Alexander Djordjevic hevur onkuntíð áður verið hjálparvenjari hjá kvinnunum, og í fjør vandi hann 1. deildarliðið hjá KÍ. Nú skal Alexander so hava ábyrgdina av kvinnuliðnum hjá KÍ, sum hevur verið meistari sjey ár á rað.

 

Mánakvøldið 12. februar kl. 21.00 verður spælarafundur fyri kvinnurnar á Loftinum í KÍ-høllini, og venjingin byrjar týskvøldið, skrivar heimasíðan hjá KÍ