KÍ og GÍ hanga í leysum lofti

Fótbóltur í 3. deild: Longu í hesi vikuni verður greitt, um B68 skal flyta upp, ella um KÍ skal varðveita sessin í næstbestu deildini

Fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Síðsta vikuskifti skuldu sambært skránni síðstu dystirnir verða spældir í 3. deild, og tað eydnaðist næstan at fáa allar avgreiddar. Vágamenn møttu ikki upp á Sevmýri, og eftir sum vit hava skilt, so verður ikki meiri gjørt við hetta. TB vinnur dystin við málmuninum 0?0, og tað hevur við sær, at tvørámenninir undir øllum umstøðum fara at enda langt frá niðurflytingarstrikuni.

Sum tað sæst á støðutalvuni, so eru tvørámenn ikki heilt lidnir at spæla enn. Næstsíðsta vikuskifti skuldu teir havt verið í Klaksvík, men tann dysturin varð útsettur, og nú hevur kappingarstjórin ásett, at hann skal spælast komandi leygardag kl. 13 ella frammanundan at fyrstu liðini hjá KÍ og ÍF skulu spæla. Tað man vera sjáldan, at tað eru so nógvir áskoðarar til ein dyst í 3. deild, sum tað fara at vera í Klaksvík leygardagin ? í hvussu so er til 2. hálvleik.


Týdningarmikil

B36 hevur langt síðani vunnið deildini, og teir skulu komandi ár spæla í 2. deild, sum teir fluttu niður úr í fjør. HB er langt síðani flutt niður í 4. deild, og B36 hevur vunnið 4. deild og fer tískil at hava lið í øllum teimum trimum ovastu deildunum komandi ár.

B68 endaði á næstfremsta plássinum í 3. deild. Longu í gjárkvøldið kl. 17.30 spældu teir fyrra dystin um eitt pláss í næstbestu deildini. Dysturin var í Klaksvík, og í annaðkvøld verður spælt á Toftum.

Um tað lagar seg soleiðis, at B68 verður samantaldur vinnari av hesum báðum uppgerðunum, so hevur tað við sær, at KÍ flytir niður úr 2. deild, og so flytir liðið hjá KÍ niður úr 3. deild, meðan AB, sum tapti finaluna í 4. deild, flytir upp uttan uppflytingardystir.

Um tað lagar seg soleiðis, at KÍ vinnur samantalt móti B68, so fer útsetti dysturin millum KÍ og TB leygardagin at gera av, hvør skal spæla móti AB um eitt pláss í 3. deild. Um tað verður javnleikur ella um TB vinnur, so skal KÍ spæla móti AB, og um KÍ vinnur, so verður tað GÍ, sum skal spæla móti AB.


B71?VB 0?3 (0?3)

Í teimum fýra dystunum, sum vórðu spældir í vikuskiftinum vórðu skoraði 45 mál, og úrslitini vóru soleiðis, sum tað kundi roknast við, tá hugt verður at støðutalvuni burtursæð frá á Sandi, har vágbingar fóru við øllum. 3. deildarliðið hjá teimum var so mikið tepurt mannað, at tá ein spælari heilt tíðliga noyddist at fara av vøllinum, tí hann varð skaddur, so kom Preben Olsen inn, og hann skoraði triðja málið upp á brotsspark. Ivaleyst man hann vera elsti málskjúttin í trimum teimum ovastu deildunum í ár. Tað er í hvussu so er ikki á hvørjum degi, at málskjúttarnir eru mitt í fimti árunum!

John Eystberg, sum plagdi at vera á miðvøllinum í 1. deild, hevur ikki spælt nógv á besta liðnum í ár. Hesar seinastu ferðirnar hevur hann verið aftastur í 3. deild. Hann fekk møguleikan at økja til 2?0, tá VB fekk brotsspark, men Hendrik Juul hálvbjargaði í fyrstu atløgu. Bólturin støkk út aftur til John Eystberg, sum skoraði.


B68?HB 9?1 (7?0)

Í HB hevur 3. deildarliðið alt kappingarárið verið eitt býtisbarn, sum næstan eingin hevur kenst við. Í vikuskiftinum stóð á at manna næstbesta liðið, sum fór suður til Tvøroyrar, og so kann ikki roknast við, at tað skal vera lætt at manna triðji besta liðið, men tey eru fleiri í felagnum, sum halda tað vera sera óhóskandi, at tað hevur gingið, sum tað hevur, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, hvar á leið HB plagar at vera í røðini, uttan mun til í hvørjari deild, teir hava lið.

Í síðsta umfarinum var HB á Toftum, og har var lítil ivi um úrslitið. B68 kom á odda, tá níggju minuttir vóru farnir, teir øktu, tá fyrra umfarið var hálvrunnið, og seinnapartin av 1. hálvleiki fingu teir fimm mál, og síðsta hálva tíman kom einki mál.


ÍF?GÍ 3?1 (0?1)

Á liðnum hjá ÍF hava teir flestu bestu fótbóltsárini frammanfyri seg, og tað kann væl vera, at summir teirra komandi ár fara at vera at síggja á besta liðnum, um tað so verður í 1. ella í 2. deild.

Á liðnum hjá GÍ eru tey bestu fótbóltsárini hjá teimum flestu farin aftur um bak. Umframt tveir ella tríggjar unglingar var manningin Páll Gregersen, Mikael á Dalbø og aðrir, sum vóru við á besta GÍ liðnum fyrrapartin í áttati árunum.

Men tað var GÍ, sum heilt skjótt kom á odda, tá Áslakur Nesá við fínum skoti úr 20 metra fjarstøðu í vinstru sendi í handara síðunetið. Leiðslan helt til eitt sindur eftir steðgin. So javnaði Jákup Baldvinsson, eftir at Bogi Nón var farin til baklinjuna í høgru, og Jógvan Arnfinn Jacobsen skoraði tvey mál og stríddi seg harvið upp á síðuna á Høgna á Lakjuni á skjúttaralistanum. Fyrra málið fekk hann eftir innlegg úr høgru, og hitt seinna fekk hann eftir, at tað varð stungið fram ímillum.


B36?KÍ 14?4 (3?2)

B36 menninir spældu í troyggjunum við 100 á bringuni, og aftur hesa ferð vóru nógv mál í teimum. Men tað var ikki alla tíðina so sannførandi, sum úrslitið kundi bent á. Tá sekstan minuttir vóru farnir, var støðan 3?0, men so togaði KÍ seg upp á javnleik. Klaksvíkingar við Johan Lützen á aftasta manni og Ólavi Kjølbro sum góðum miðvallara, skoraðu tvey fín langskotsmál hjá Tróndi Vatnhamar, men í 2. hálvleiki var útselt, og fram móti endanum gjørdu teir á heimaliðnum næstan, sum teir vildu.

Kappingina um at gerast toppskjútti vann Tórolvur Poulsen, sum hesa ferð skoraði fimm mál. Merkisvert er tað, at fýra tey ovasta nøvnini á skjúttaralistanum eru úr B36.


Endi

Í alt hava vit skrásett 182 málskjúttar í 3. deild, umframt at níggju mál eru skrásett sum sjálvmál. Vit hava roynt sum frægast at fylgja við, men tað kann væl vera, at okkurt er komið skeivt fyri, bæði tí vit hava skrásett skeivt og tí, at vit ikki hava fingið røttu upplýsingarnar. Ofta hava vit brúkt dómaraseðlarnar sum keldu, men tað er meiri enn so komið fyri, at teir hava verið skeivt skrivaðir, og um vit hava verið kunnaðir um tað, so hava vit sjálvandi tikið tað til eftirtektar.

Tað er so ymiskt, sum fólk duga at siga frá tí, sum tey hava sæð, og soleiðis er tað eisini í fótbólti. Í summum feløgum hava vit havt góð og álítandi heimildarfólk, og tað sigur seg sjálvt, at tað hevur verið skrivað meiri um dystirnar hjá hesum feløgunum, enn tað hevur verið skrivað um dystirnar hjá feløgum, har tað hevur víst seg trupult at finna fram til onkran, sum hevur vitað væl. Øllum teimum, sum hava hjálpt til, takka vit fyri eitt gott kappingarár.

Ein dystur er eftir í deildini ? tann, sum verður millum KÍ og TB komandi leygardag ? men hett var so síðsta frásøgnin frá einum umfari í 3. deild undan ár 2000!