Kýpros fær bjargingarpakka

Eitt evruland afturat er komið í slíka trongstøðu, at tað hevur tørv á hjálp. Stjórnin í Kýpros hevur sambært fjølmiðlunum fingið tilsøgn um ein bjargingarpakka frá ES, Evropeiska Miðbankanum og Altjóða Gjaldoyragrunninum.

Kýpriskir ráðharrar søgdu í dag, at landið var í samráðingum um ein bjargingarpakka við 127 milliardum krónum. Tað svarar næstan til landsins bruttotjóðarframleiðslu í fjør.

Kýpros, sum er tað triðminsta landið í ES, hevur formansskapin í samveldinum hetta hálvárið. Landið er meint rakt av búskaparkreppuni í Grikkalandi, tí fíggjarliga eru londini tætt knýtt at hvør øðrum.

Samráðingarnar millum Kýpros og lánveitararnar um ein bjargingarpakka byrjaðu longu í summar.