Illa umstrídda málið um løggildu grannskoðararnar hevur tikið eina óvæntaða vend í dag. Fyrst kunngerð Løgmaður, at tænastumannakanning skal setast í verk og nú sigur Tænastumannafelag Landsins, at tey kæra Løgmann fyri hesa avgerðina
Tænastumannafelagið átalar framferðina hjá løgmanni um at seta í verk tænastumannakanning av aðalstjóra.
- Avgerðin hjá løgmanni er tikin uttan at løgmansskrivstovan á nakran hátt hevur gjørt sær eina sjálvstøðuga meting um, antin grundarlag er fyri at seta í verk eina tænastumannakanning, sigur felagið.
- Ein grundleggjandi regla í fyrisitingarrættinum er, at ein almennur myndugleiki hevur skyldu at tryggja at eitt mál er fult upplýst, áðrenn avgerð verður tikin.
- Er hetta ikki gjørt verður avgerðin ógyldug.
- Í einum máli um at seta í verk eina tænastumannakanning skal løgmaður harumframt ítøkiligera tey brot, sum tænastumaðurin hevur framt.
Hvørgi av nevndu viðurskiftum eru gjørd í hesum máli.
Tí fer Tænastumannafelag Landsins at leggja málið fyri Løgtingsins Umboðsmann og felagið fer eisini at kunna Løgtingsins Fíggjarnevnd um hesi viðurskifti.