Tórbjørn Jacobsen
--------
Føroya Løgting
á Løgtingið, 23. februar 2010
att. Løgtingsformaðurin/formansskapur tingsins
Vanliga hevur mannagongdin viðvíkjandi framsøgurøðum á tingi verið alt eftir støddini hjá teimum ymsu flokkunum, soleiðis, at størsti flokkur byrjar orðaskifti og minsti flokkurin endar orðaskifti. Hetta er bæði logiskt, demokratiskt og rætt.
Ongin hevur varnast nakrar bygnaðartrupulleikar í hesi skipan, okkurt smávegis undantaki, men táið tingfundurin byrjaði ímorgun, varð ein heilt nýggj skipan sett í gildið, sum ongin uttan fyri formansskapin vitsti nakað sum helst um frammanundan. Nú var kravið brádliga, at framsøgufólkini í málinum skuldu vera á tingfundinum, táið orðaskiftið byrjaði, og teknaðu tey ikki til framsøgurøðina alt fyri eitt, var alternativið, at tingmaðurin og flokkur hansara mistu rættin til at bera fram síni sjónarmið í málinum - í eini framsøgurøðu.
Sjálvur skuldi eg vera framsøgumaður í tveimum málum á tingfundinum ídag. Hesi vóru:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2009: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2009 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2009
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2009: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2009
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina
Tað er egin feilur at vera ov seinur á tingfund, og í morgun var eg nakrar minuttir ov seinur. Hetta er ikki gerandiskostur, og man eg vera ímillum teir drúgvastu, táið tað snýr seg um at møta á tingi, seinastu tingsetuna møtti eg m.a á øllum teimum ásettu tingfundunum, og í hesi tingsetuni er lagið tað sama. Ímorgun var nú so illa kavagrivið á okkara leiðum í Eysturoy, at tað var ein fyritøka at fáa akfarið út á landsvegin, mátti mobilisera alt grannalagið fyri at kunna førka meg, hetta var tíverri orsøkin til mína seinking, men dulda og loyndarfulla avgerðin hjá formansskapinum, sum teir fýra í formansskapinum eftir øllum at døma einans hava kunngjørt fyri hvørjum øðrum ella sær sjálvum, fyri at tingfundurin byrjaði ímorgun, eigur ikki í sær nakra force majeure áseting. Sjáldsamst má tað eisini sigast at vera, at hetta skiftið skuldi koma so brádliga, nú ringasti kavaverturin í eitt manna minni herjar landið, og eftir at tað hevur kavað av møkum júst hesar seinastu dagarnar.
Táið komið var í tingsalin nakrar minuttir yvir 11 ímorgun, bað eg um at fáa orðið, sum framsøgumaður í tingmáli no. 87/2009. Tástaðni fekk eg at vita um hesa nýggju mannagongdina, ið formansskapurin í skundi hevði sett í verk. Harvið kundi eg ikki verða framsøgumaður í tingmálinum, og av tí sama slapp størsti flokkur á tingi ikki flyta fram síni sjónarmið um tilráðingarnar frá Norðurlandaráðnum 2009.
Formaðurin í tingbólkinum hjá Tjóðveldinum hevur onga fráboðan fingið um hetta skiftið, teir tingmenn eg havi tosað við um málið vitstu heldur onki, tí tykist tað sum, at formansskapurin er farin at uppfata seg sjálvan sum eina “juntu”, har stjórnað verður við dekretum, sum ongin fær nakra fráboðan um, fyrrenn tey vera sett í verk, - at kalla í óðum verkum.
Sjálvur eigi eg ta fullu og heilu ábyrgd av seinkingini í morgun, men tað vóru greiðar force majeure orsøkir til, at undirritaði var nakrar minuttir ov seinur á tingfundin. Avleiðingin er tann óvanliga ódemokratiska, at flokkurin, sum hin einasti, orsakað av eini ókendari avgerð í formansskapinum frammanundan at tingfundurin varð settur ímorgun, var forðaður í at bera fram síni sjónarmið í tingmáli no. 87/2009 ídag.
Harafturat skal nevnast, at 7 mál, sum stóðu framman fyri tingmál no. 87/2009 á skránni, vórðu umlopin, og tí var farið beinleiðis til viðgerðina av omanfyrinevnda máli, og kanska broytti hetta eisini fyritreytirnar soleiðis, at Tjóðveldi varð útihýst frá viðgerðini á tingfundinum ídag.
Hervið er hendan kæran flutt formanskapi Føroya løgtings.
cc: Annita á Fríðriksmørk, formaður í tingbólki Tjóðveldisins.
fjølmiðlarnir.