Í Kili hevur ein dómari givið boð um, at átta fyrrverandi løgreglumenn og hermenn skulu handtakast í sambandi við eitt mál um ein amerikanskan professara, sum hvarv í Kili í 1985. Boris Weisfeiler (myndin) hvarv í januar í 1985 tætt við Colonia Dignidad, sum er einar 250 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Santiago.
Boris Weisfeiler var føddur í Msokva í 1941 men fekk amerikanskan ríkisborgararætt í 1981, tá hann fekk starv sum professari í støddfrøði á lærda Princeton-háskúlanum. Í 1985 fór hann til Kili á vitjan, men spurdist ongantíð aftur. Tað er fyrr komið fram, at hann var tætt við argentinska markið, tá hann hvarv.
Nú eru átta fyrrverandi løgreglumenn og hermenn ákærdir fyri burturflyting og fyri at hava viðvirkað til, at Boris Weisfeiler hvarv.
Umleið 3.000 andstøðingar vórðu myrdir ella hvurvu í einaræðistíðini hjá Augusto Pinochet í Kili frá 1973 til 1990.