Ákærdur fyri neyðtøku av 14 ára gomlu stjúkdóttur síni

Í morgun var ein maður í Føroya Rætti ákærdur fyri at hava framt siðamisbrot móti 14 ára gomlu fosturdóttur síni. Í tveimum førum skal hann hava noytt gentuna til samlegu. Ákæran gongur bæði upp á vaginala og anala samlegu, umframt “anden kønslig omgang end samleje”

Tað var klokkan 9.15 í Føroya Rætti í morgun, at ákærurnar vórðu lisnar upp. Tvær ákærur vóru ímóti manninum, sum báðar ganga uppá, at hann hevur framt siðamisbrot móti 14 ára gomlu fosturdóttur sínari heima hjá teimum.
Í fyrra førinum er maðurin ákærdur fyri at hava havt “anden kønslig omgang end samleje” við gentuna – í hesum førinum oralsex –, fyri síðani at hava gjøgnumført vaginala samlegu við hana. Sambært ákæranum var hetta hent einaferð áðrenn juni í fjør, og nýtti maðurin harðskapshóttanir til at ávirka gentuna við.
Í seinna førinum hótti maðurin eisini gentuna við harðskapi. Fyrst hevði maðurin vaginala samlegu við gentuna, og síðani anala samlegu.

Dómur helst sagdur í dag
Við atliti fyri bæði ákærda og gentuna, hann hevði gjørt seg inn á, bað ákærin um, at málið varð viðgjørt handan afturlatnar dyr. Hetta er siðvenja í málum sum hesum, og soleiðis varð tað eisini í dag.
Maðurin, sum er 39 ára gamal og úr høvuðsstaðnum, er varðhaldsfongslaður, og í slíkum førum verður dómur ofta sagdur sama dag. Allan fyrrapartin viðgjørdi rætturin málið, og áðrenn evsta mark okkara var dómur ikki feldur.
Rætturin álegði navnaforboð