KÍ reisti seg aftur

1.DEILD: EB/Streymur legði seg framum, men so svaraði heimaliðið so dyggiliga aftur

Eftir tvey tap á rað eydnaðist tað KÍ í summarveðri í Klaksvík at vinna 6-3 ímóti EB/Streymi, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.

KÍ setti hol á beinanvegin, tá ið Aksel B. Danielsen skoraði. Í fjórða minutti ella tríggjar minuttir seinni javnaði Hans Joensen til 1-1, og sjey minuttir seinni legði EB/Streymur seg framum. Málskjútti til 1-2 var Gutti Dahl-Olsen.

So skoraði KÍ fýra mál á rað. Undan steðginum skoraðu Steinbjørn Olsen og Kristoffur Jacobsen, og eftir steðgin skoraði Jóhan Waag Høgnesen til 4-2 og Kristian Svabo Eliasen, sum beinanvegin eftir hvíldina avloysti Steinbjørn Olsen, til 5-2.

Innskifti Herluf Ingason minkaði um munin til 5-3, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og tveir minuttir undan dystarloki skoraði innskifti Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen til 6-3.

Eingin á EB/Streymalíðnum, sum plagar at vera á listanum hjá besta liðnum, var við í Klaksvík ídag. Hjá KÍ spældi Steinbjørn Olsen fyrra hálvleik, Meinhardt P. Joensen var málverji, og veteranurin Hjalgrím Elttør, sum ikki er í besta hópinum í ár, var á vøllinum allan dystin á tamb.

KÍ hevur trettan stig, og EB/Streymur hevur tvey stig.

Í áttanda umfari fær KÍ vitjan av 07 Vestur, og EB/Streymur fær vitjan av NSÍ.