Kári, kór og kantata í Klaksvík

Kantatan JØRÐ fyri kór og orkestur verður framførd í Christianskirkjuni fríggjakvøldið

Í sambandi við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu verður kantatan, sum varð skrivað til 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum at hoyra í Christianskirkjuni 4. juli klokkan 20.

Kantatan, sum Kári Bæk hevur skrivað til yrking hjá Róa Paturssyni, er fyri blandað kór og orkestur og verða tað ensemblið Aldubáran og kórið Tarira, sum framføra verkið undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson.

Kantatan varð umbiðin av Norðurlandahúsini til 25. ára hátíðarhaldið.

Á skránni í Christianskirkjuni hin 4. juli fer Aldubáran eisini at spæla eitt verk og kórið Tarira fer at syngja sangir, sum eru við á nýggju fløguni, kórið gevur út leygardagin 5. juli.




Skráin:


Aldubáran:

Sunleif RASMUSSEN: Surrounded

Tarira:

Thomas TALLIS: Lamentation of Jeremia

Sunleif RASMUSSEN: Døgg (Karsten Hoydal)

Pauli í SANDAGERÐI: Náttúra (Christian Matras)

Karin REHNQVIST: BARA DU GÅR ÖVER MARKERNA (Bo Bergman)

Toru TAKEMITSU: SAKURA (Cherry Blossom), (folk song/Japanese trad.)

 

Tarira og Aldubáran:

Kári BÆK: Jørð – kantata til Norðurlandahúsið 25 ár (Rói Patursson)