Fýra dystir verða leiktir hetta vikuskiftið, tveir í hvørjari deild. Nakað av flytingum hevur verið, orsakað av steypakappingini, og ein av útsettu dystunum verður í Klaksvík um vikuskiftið. Harumframt er dysturin millum H71 og VÍF fluttur til komandi mikudag.
FM-heitið nærkast
Hjá kvinnunum verða tveir dystir leiktir hetta vikuskiftið.
Í høllini á Hálsi verður endurtøka av steypafinaluni, tá VB skal royna at hevna seg fyri 14 daga gamla ósigurin, tá tær sera tepurt taptu við einum máli.
Dysturin tað ferðina kann tó helst ikki sammetast við dystin sunnudagin. VB kvinnurnar hava so at siga einki at spæla fyri hesuferð. Tær liggja í løtuni á einum fimta plássi landskappingini, og verða tær helst liggjandi har, tað sum eftir er av kappingini.
Kyndilskvinnurnar hava hinvegin í hvussu so er eitt silvurmerki at stríðast fyri, og enn er møguleikin fyri gullinum so framvegis ikki fokin, hóast tað kann gerast meira enn torført at fáa Stjørnuna aftur.
Lítið er tí at ivast í, at Kyndil er favorittur undan dystinum, men hinvegin verður eisini spennandi at síggja, hvussu stórur viljin hjá VB liðnum er, nú tær skulu royna at hevna steypatapið.
Í Klaksvík verður dystur millum Stjørnuna og Neistan, og hóast neistaliðið enn stríðist fyri silvurinum, so er lítið at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur undan dystinum. FM heitið nærkast fyri hvørt stig, og vil væl til, ganga ikki meira enn einar tvær vikur afturat, áðrenn seinasti teoretiski møguleikin hjá hinum liðunum er fokin.
Neistin hevur, sum sagt, silvurið at stríðast fyri, men nógv er, sum bendir, at tað ikki er í hesum dystinum, at tær skulu rokna við nøkrum stigum í so máta.
Neistin uttan Kára
Hjá monnunum verður stórdystur á Hálsi, tá verandi føroyameistararnir vitja Neistan. Ein dystur sum væl kann hava stóran týdning fyri, hvar komandi FM vinnari skal finnast.
Neistin hevur so at siga alt kappingarárið stríðs fyri at fanga vestmenningar og strandingar aftur, og við sigrinum á VÍF seinasta vikuskifti, megnaðu teir at koma ájavnt hesum báðum liðum á stigatalvuni.
Tá dysturin, sum skuldi verða í dag, millum H71 og VÍF er útsettur til mikudagin, kann vinnarin av hesum dysti rópa seg oddalið eftir dystin, og í hvussu so er einar tríggjar dagar fram.
Neistaliðið er tó nakað skert til dystin, tí hóskvøldið frættist, at Kári Mortensen ikki longur verður at síggja í bláa búnanum, meira er at lesa um hetta aðra staðni á hesum síðum.
Seinni dysturin hjá monnunum hetta vikuskiftið verður í Vestmanna, har Tjaldur kemur á vitjan hjá KÍF. Síðani endaspælið byrjaði, hevur Tjaldur tapt allar sínar dystir, meðan kollfirðingar hinvegin hava fingið tveir sigrar, og tískil hava lyft seg tvey pláss upp á stigatalvuni.
Skal Tjaldur hava møguleika at vinna kollfirðingarnar aftur, er helst neyðugt, at stig fáast burtur úr dystinum sunnudagin. Kollfirðingar kunnu hinvegin sleppa rættuliga leysir av botninum, um teir fáa stigini, og tískil skuldu verið útlit fyri einum spennandi dysti.