Miðvallarin skiftir frá HB til grannarnar úti á Argjum. Vit hava brúk fyri royndum spælarum á liðnum, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.
Ein nýggjur maður var í kvøld og vandi á Argjum saman við besta liðnum. Talan er um 32 ára gamla Kára Nielsen, sum síðani 2003 hevur spælt við HB. Hann hevur annars uppruna úr B71 og spældi eitt ár við Skála í 2002.
- Vit hava brúk fyri royndum á liðnum, so teir ungu spælararnir ikki gerast berandi kreftir, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.
Hann vísir á nakrar av dystunum fyrr í ár, tá AB var hart rakt av skaðum. Tá komu ungir og óroyndir menn á vøllin og máttu ganga á odda.
- Tað støðuna vil eg ikki hava, at vit koma í aftur og tí hava vit fingið Kára Nielsen til felagið, sigur Sámal Erik Hentze víðari við portalin í kvøld.
Kári Nielsen spældi einki í 2012 vegna skaða, men hevur í ár spælt fast við 1.deildarliðnum hjá HB, sum liggur á odda í 1.deild.